Úlvarnir eru fyri øll frá 1 fl. til 4 fl. og eru býtt upp í tvey lið:
1. Úlvalið (1-2 fl.) & 2. Úlvalið (3-4 fl.).
Ynskir tú at gerast limur og vera úlvur hjá KFUM-Skótunum við Løkin, er bert at møta upp til ein av úlvafundunum.
Tekna teg sum limur hjá KFUM-Skótunum við Løkin Her
Limaskipanin er talgild og verður goldi við gjaldsavtalu.
Úlvalyftið, úlvalógin og loysanarorðið
Úlvalyftið:
Eg lovi at gera mítt besta
fyri at lýða Guð,
at halda úlvalógina
og hvønn dag gera nakað
fyri at gleða onnur.
Úlvalógin:
1. Úlvurin aktar gamla úlvin.
2. Úlvurin gevst aldri.
Loysnarorðið::
Ger títt besta!